Vangamyndin

Kári Jacobsen

01/06-2017

Juni 2017

Navn: Kári Jacobsen

Starv/Ljóðføri: Musikkskúlaleiðari/klaverlærari, komponistur, framleiðari, ummælari.

Útbúgvingstovnur: Det Kgl. Danske Musikkkonservatorium í Keypmannahavn.

Undírvísir hvar: Í Suðuroy og í Norðurstreymoy.

Hví valdi tú at gerast Tónleikalærari/Tónleikari?

Eg havi altíð verið ótrúliga drigin at tónleiki, longu frá áðrenn barnagarðsaldri. Sum barn kundi eg brúka nógvar timar dagliga uppá at spæla og serliga skriva tónleik av øllum møguligum slagi. Aftaná studentaskúlan stóð valið millum journalistikk og tónleik, og síðstnevnda vann tá ið eg varð upptikin á konservatoriinum. 

Størsta uppliving sum Tónleikalærari/Tónleikari?

Torført at nevna eina fram um aðrar, tí har hava eftirhondini verið mangar stórar upplivingar. Men tað var rættiliga serligt og mennandi at vera í studio við heimsstjørnuni Grace Jones, ið sang eitt lag hjá mær (’The Perfect Crime’), sum TV3 hevði bílagt til eina sendirøð. Eg fekk stóra virðing fyri henni, tí hon gav lagnum ótrúliga nógv við síni karismatisku, myrku sangrødd. 

Hvør er tín yndistónleikur?

Uha, mín yndistónleikur fevnir sera víða, alt frá klassiskt yvir elektronika og vokal-jazz til mainstream popp sum er uppi í tíðini beint nú. Pluss alt hitt. ;-) 

Hvat gert tú í tíni frítíð?

Raðfesti samveru við familju og vinum høgt, skrivi og framleiði tónleik, íðki ítrótt, elski dygdargóðan mat og vín, orðni praktisk ting, vegeteri, ferðist og dyrki mentanarupplivingar, fari í býin við vinfólkum, lesi áhugaverdar greinar á netinum, netflixi o.a.

Jens Knudsen
Lærarin hendan mánaðin