Tíðindi

Búmerkjakappingin

31/10-2015

Á ársaðalfundinum 31/10-2015 bleiv vinnarin av búmerkjakippingini avdúkaður. Vinnari bleiv 24 ára gamli skálamaðurin Jógvan Andersen, og ynskir nevnd MLF Honum hjartaliga tillukku við tí.

Dómsnevndin í búmerkjakappingini skrivaði soleiðis:

Kapping um búmerkji til Musikklærarafelag Føroya

Musikklærarafelag Føroya verður 30 ár í 2006, og í hesum sambandi samtykti felagið at skriva út kapping um nýtt búmerkið til felagið.

Teð verður sagt frá, at til kappingina komu inn í alt 44 uppskot, sum øll lúkaðu treytirnar fyri luttøku. Dómsnevndin heldur, at hetta vísir á stóran áhuga at vera við í kappingini, og hon hevur nú viðgjørt tey innkomnu uppskotini.

Aftan á fleiri viðgerðir og umrøður, vóru tikin fram tey uppskot, sum nevndin helt vera tey mest áhugaverdu, eini 10 í tali, og av teimum varð at enda uppskot nr. 28 mett at vera tað besta. Hetta vísir mynd av lættari hond, ið heldur taktstavi soleiðis, at hann ber út um ringin, ið er tónleikurin sjálvur.

Uppskotið er vakurt og sigandi, og dómsnevndin mælir til at liturin aftan fyri hondina verður bláur sum himmalin á sumri.

Tórshavn 8 Okt. 2015

Gunnar Hoydal, Kári Svensson og Rói Winthereig

MLF vil takka øllum øllum sum hava luttikið í kappingini og dómsnevndini fyri sítt arbeiði 

Ingi Petursson Jacobsen
Tíðindi