Vangamyndin

Laila E. Nielsen

01/12-2017

Dec. 2107

Navn: Laila E. Nielsen

Starv/Ljóðføri: Musikklærari. Blokkfloyta, klaver, spælistova, samanspæl

Útbúgvingstovnur: Vestjysk Musikkonservatorium, Esbjerg, DK

Undírvísir hvar:  Klaksvík

Hví valdi tú at gerast Tónleikalærari/Tónleikari?

  Fleiri í familjuni spældu ymisk ljóðføri, violin, mandolin o.a. Í fólkaskúlanum vóru góðir og sera virknir lærarar í tónleiki, sum tóku næmingarnar við til at spæla til konsertir og onnur høvir. Tað dámdi mær væl. Eg havi altíð hugsað um at gerast undirvísari, og tað bleiv so í tónleiki. Mær dámar væl at arbeiða við børnum og við tónleiki, so tað er ein góð kombinatión.

Størsta uppliving sum Tónleikalærari/Tónleikari?

  Tað eru so nógvar, so tað er torført at taka eina ávísa uppliving framum aðrar. Tað er stuttligt og gevandi at síggja menningina hjá næmingunum, og tað knappliga riggar  hjá teimum, sum vit hava vant í eina tíð. Tey lýsa upp. Tá næmingar spæla til konsertir, kunnu tey vera eitt sindur nervøs – men tá tey so hava spælt, vaksa tey ”ein hálvan metur” :) Nógv annað kundi verið tikið fram, stórar konsertupplivingar o.a. Mær dámar mítt arbeiði sera væl.

Hvør er tín yndistónleikur?

Mær dámar væl klassiskan tónleik. Men mær dámar eisini sera væl føroyskan tónleik av ymsum slagi, gospell og annan rútmiskan tónleik. Eitt sindur av hvørjum.

Hvat gert tú í tíni frítíð?

  Mær dámar væl at lesa, ferðast, passa seyð og hønir o.a. 

Jens Knudsen
Lærarin hendan mánaðin