Álitisfólkaskipan hjá Musikklærarafelag Føroya
§1. Álitisfólk
Til álitisfólk og varaálitisfólk kunnu veljast limir í Musikklærarafelag Føroya, sum hava lógarkravda útbúgving og minst ½ starv.
Álitisfólk skal hava arbeitt í økinum sum hann/hon er vald í minsta lagi 1 ár, áðrenn viðkomandi kann veljast til álitisfólk, uttan so at tað av serligum umstøðum gerst neyðugt at víkja frá hesum.
Álitisfólk og varaálitisfólk verða vald í hesum økjum:
- Suðuroy, Sandoy og Tórshavn
- Vágar, Norðurstreymoy, Sunda kommuna
- Eysturoy, Norðoyggjar
Stk. 2: Nevndin skipar fyri vali av álitisfólkum og varaálitisfólkum, í teimum ymsu økjunum annaðhvørt ár (fyrstu ferð 2013) fyri 1. oktober. Valúrslitið skal staðfestast á ársaðalfundi felagsins.
§ 2. Uppgávur
Musikklærarafelag Føroya kunnar álitisfólkini um lógir, sáttmálar og aðrar avtalur. Álitisfólkið eigur at ansað eftir at lógir, sáttmálar og aðrar avtalur verða hildnar. Álitisfólkið, ið er talsmaður limanna, hevur saman við leiðaranum á Musikkskúlaskipanini ábyrgd av, at limirnir verða kunnaðir og tiknir við í ráðum um mál, ið viðvíkja arbeiðsplássinum.
Álitisfólkið skal eins og leiðslan syrgja fyri best møguligum samstarvi og góðum arbeiðsviðurskiftum. Álitisfólkið hevur tagnarskyldu.
§ 3. Áheitanir og klagur
Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at leggja áheitanir og klagur frá limunum fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini. Álitisfólkið skal vera ráðgevandi fyri leiðaran á Musikkskúlaskipanini, Musikklærarafelag Føroya og limir tess um arbeiðsviðurskifti, rættindi og skyldur.
Álitisfólkið hevur skyldu til at kunna limirnar í økinum og Musikklærarafelag Føroya um øll viðkomandi viðurskifti.
§ 4. Uppsøgn
Tá ið musikklærari verður sagdur úr starvi ella fær boð um at flyta skúla, kann álitisfólkið leggja málið fyri Musikklærarafelag Føroya.
§ 5. Viðgerð av uppsøgn
Verður álitisfólk uppsagt, skal uppsøgnin viðgerast millum Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Við uppsøgnini skal fylgja holl skrivlig grundgeving fyri uppsøgnina. Hendan grundgeving verður grundarlagið undir fundinum millum Musikklærarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
§ 6. Álitisfólkaskeið
Tá ið álitisfólk og starvsfólk søkja um at sleppa á álitisfólkaskeið, fer arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í felagnum.