Stuðulsumsókn



Reglugerð


  1. Stuðul verður bert latin til limir hjá Musikklærarafelagi Føroya (MLF). 
  2. Stuðul til førleikamennandi skeið er upp til 3500,- árliga. Felagið stuðlar skeiðum við pedagogiskum innihaldi og skeiðum, har lærarin tekur tímar í sínum egna ljóðføri og funktiónum, ið beinleiðis eru tengdar at arbeiðnum hjá læraranum. Nevndin tilskilar sær at meta um í hvussu stóran mun pedagogiska innihaldi í hvørjari verkætlan er. Nevndin tilskilar sær at meta um í hvussu stóran mun ikki pedagogisk skeið tæna arbeiðinum hjá umsøkjaranum.
  3. Stuðul til uppgradering verður bert latin til bachelor og kandidat (Master) frá musikkskonservatorii. Stuðulin til uppgradering verður upp til í mesta lagi kr. 7.000 árliga. Stuðulin verður útgoldin fyrstu ferð í árinum útbúgvingin byrjar.
  4. Stuðulsárið er frá 1. august til og við 31. juli. Felagið stuðlar ikki við afturvirkandi kraft.