Lóggáva

Nr. 83

Løgtingslóg um musikkskúlaskipan

(Musikkskúlalógin)

Kapittul 1 Endamál, frálæra, roynd, próvtøka og kærur
Kapittul 2 Skipan
Kapittul 3 Fígging
Kapittul 4 Setanir og førleikakrøv
Kapittul 5 Ráðgevandi nevnd
Kapittul 6 Kommunali musikkskúlaleiðarin
Kapittul 7 Námsfrøðiligt ráð
Kapittul 8 Gildiskoma og skiftisreglur
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Endamál, frálæra, roynd, próvtøka og kærur

§ 1. Eftir reglunum í hesi løgtingslóg verður undirvísing í musikkskúlum skipað, ið hevur til endamáls at menna musikalsku gávur næminganna og geva teimum førleikar, sum kunnu leggja grundarlag undir ríkt musikklív á staðnum og í landinum yvirhøvur.

Stk. 2. Musikkskúlar samskifta við heim næminganna, og kunnu samstarva við skúlar, mentanarstovnar og musikkfelagsskapir.

§ 2. Til tess at røkka endamálinum skal musikkskúlin geva grundútbúgving, sangundirvísing og ella instrumentalundirvísing, undirvísing í at spæla og syngja saman, kunning um mentanararvin og um nýggjar og gamlar framburðarhættir innan musikkin og skipa fyri næmingaframførslum.

Stk. 2. Undirvísingin kann enda við roynd. Kommunali musikkskúlaleiðarin skipar royndir undir eftirliti av musikkskúlastjóranum.

Stk. 3. Musikkskúlin kann eisini geva undirvísing á miðnámsstigi, sum endar við próvtøku.

Stk. 4. Musikkskúlin kann geva preliminera orgulútbúgving, sum endar við próvtøku.

Stk. 5. Undirvísing sambært stk. 3 og 4 kann bert verða sett í verk eftir góðkenning musikkskúlastjórans.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um undirvísing og próvtøku sambært stk. 3 og 4 herundir kærur og kærufreistir.

Kapittul 2

Skipan

§ 3. Fyri at koma undir skipanina í hesi løgtingslóg, skal musikkskúlin vera knýttur at eini kommunu ella at einum kommunalum samstarvi, hereftir kommuna.

Stk. 2. Harumframt skal musikkskúlin lúka hesar treytir:

1)   Undirvísingin skal standa øllum í boði.

2)   Undirvísingin skal vera skipað eftir reglum sambært § 2.

3)   Næmingar skulu gjalda kommunala musikkskúlanum eitt árligt gjald, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur meginfyrisitingina og yvirumsjónina av musikkskúlunum.

Kapittul 3

Fígging

§ 4. Musikkskúlaskipanin verður fíggjað soleiðis, at landið rindar løn til musikkskúlastjóran og meginfyrisiting, ferðing hjá musikkskúlalærarum og 50% av musikkskúlalæraralønum. Landið umsitur og avgreiðir lønir til musikkskúlalærarar.

Stk. 2. Kommunan endurrindar landinum 50% av musikkskúlalæraralønum.

Stk. 3. Kommunan lønar kommunala musikkskúlaleiðaranum og øðrum starvsfólki, sum kommunan setur í starv við musikkskúlan.

Stk. 4. Kommunan útvegar musikkskúlanum hóskandi høli, undirvísingartilfar, amboð og ljóðføri.

Kapittul 4

Setanir og førleikakrøv

§ 5. Landsstýrismaðurin setir í starv musikkskúlastjóra at taka sær av yvirskipaðu fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og samskipandi uppgávunum fyri alla musikkundirvísing sambært ásetingunum í hesi løgtingslóg.

Stk. 2. Musikkskúlastjórin skal hava musikpedagogiskar førleikar sambært § 6, stk. 1 og antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Stk. 3. Musikkskúlastjórin skipar tíma- og lærugreinabýtið í musikkskúlaskipanini á hvørjum ári og hevur evstu námsfrøðiligu og fakligu ábyrgdina av undirvísingini. Herundir viðgerð av kærum í sambandi við próvtøku.

Stk. 4. Avgerðir musikkskúlastjórans í kærumálum í sambandi við próvtøkur eru endaligar innan fyrisitingina.

Stk. 5. Musikkskúlastjórin setir og loysir úr starvi musikkskúlalærarar í samráð við avvarðandi kommunala musikkskúlaleiðara. Alt landið er at rokna sum eitt setanarøki.

Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virki musikkskúlastjórans.

§ 6. Lærarar við musikkskúlarnar skulu hava musikknámsfrøðiligt prógv frá musikkkonservatorium ella aðra samsvarandi musikkútbúgving. Tónleikaútbúgvingin skal í minsta lagi vera á bachelor stigi og góðkend av landsmyndugleikanum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serstøkum føri loyva frávik frá tí í stk. 1 nevndu áseting.

Kapittul 5

Ráðgevandi nevnd

§ 7. At vera musikkskúlastjóranum til hjálpar at samskipa musikkundirvísingina verður skipað ein nevnd. Í nevndini sita kommunalu musikkskúlaleiðararnir og musikkskúlastjórin, sum er formaður í nevndini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar nærri reglur fyri virki nevndarinnar.

Kapittul 6

Kommunali musikkskúlaleiðarin

§ 8. Fyri musikkskúlan setir kommunan ein kommunalan musikkskúlaleiðara.

Stk. 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin skal hava musikpedagogiskar førleikar, sambært § 6, 1. stk., tó undantikið musikkskúlar, sum eru undir 1 ársverk.

Stk. 3. Kommunali musikkskúlaleiðarin skal antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving, tó undantikið musikkskúlar, sum eru undir 3 ársverk.

§ 9. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu leiðsluna av musikkskúlanum í kommununi.

Stk. 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur ábyrgd av námsfrøðiliga arbeiðinum í musikkskúlanum í kommununi, sbr. tó § 5, stk. 3, 4 og 5.

Stk. 3. Lærarar hava, hvat viðvíkur dagliga virkseminum, tilvísing til kommunala musikkskúlaleiðaran, sum leiðir og býtir arbeiðið, sbr. tó § 5, stk. 3, 4 og 5.

Stk. 4. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger leiðreglur viðvíkjandi upptøku, virksemi, undirvísingaramboðum o.ø. í kommunala musikkskúlanum, sbr. tó § 5, stk. 3, 4 og 5.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við kommunurnar nærri reglur um virki kommunala musikkskúlaleiðarans.

Kapittul 7

Námsfrøðiligt ráð

§ 10. Til hvønn musikkskúla, har samlaða undirvísingartímatalið svarar til minst 3 fulltíðar lærarastørv, verður skipað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva kommunala musikkskúlaleiðaranum.

Stk. 2. Limir í ráðnum eru øll tey starvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum. Tó kunnu starvsfólk, sum hava setanarbrot minni enn 0,3 verða frítikin at møta á fundi. Kommunali musikkskúlaleiðarin er formaður í námsfrøðiliga ráðnum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virkið hjá námsfrøðiliga ráðnum.

Kapittul 8

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2017.

Stk. 2. Samstundis, sum henda løgtingslóg kemur í gildi, fer úr gildi løgtingslóg nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum, frá at løgtingslógin er komin í gildi, leggja fyri løgtingið frágreiðing um, hvørt løgtingslógin virkar eftir ætlan, herundir um broytingar skulu gerast í lógini.

Stk. 4. § 8 er ikki galdandi fyri kommunalar musikkskúlaleiðarar, sum settir eru í fast starv, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi.

Stk. 5. § 6, stk. 1 er ikki galdandi fyri musikkskúlalærarar, sum settir eru í fast starv, áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi.

 

 

Í Tinganesi, 29. mai 2017

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 112/2016