Viðtøkur hjá Musikklærarafelag Føroya
Seinast broyttar á aðalfundi felagsins 2. november 2013.
§1. Navn felagsins
Navn felagsins er Musikklærarafelag Føroya. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
§2. Endamál
Endamál felagsins er at røkja lønarligu og starvsligu áhugamál limanna, at styrkja og stimbra samanhaldið teirra millum og at virka fyri menning av føroysku tónleikauppalingini og tónleikalívinum.
§3. Virki
Virkað verður fyri hesum málum við millum annað:
- at samráðast við avvarðandi myndugleikar um lønarlig og starvslig viðurskifti
- at taka sær av viðurskiftum annars limanna og myndugleikanna millum
- at veita sakkøna hjálp til limir, sum í teirra virki hava slíka hjálp fyri neyðini, og sum nevnd felagsins heldur seg kunna stuðla
- at skipa fyri lærarafundum og verkskeiðum
- at stuðla førleikamennandi tiltøkum
- at stuðla og/ella at standa fyri útgávu av undirvísingarligum og tónlistarfakligum tilfari
- at samstarva við onnur feløg og stovnar innlendis og uttanlendis, sum hava tónlistarlig og námsfrøðilig endamál
§4. Limaskapur
Rætt til av gerast limur hava øll tey, sum hava útbúgving í tónleiki á tónleikaháskúla (konservatorium) ella øðrum hægri góðkendum lærustovni, og sum eru í starvi við føroyskar musikkskúlar. Nevndin kann í serstøkum førum geva persóni við aðrari tónleikaútbúgving vanligan limarætt.
Lærarar, ið ikki hava lokið hægri útbúgving, kunnu fáa atlimaskap, um ikki nevnd felagsins hevur veitt viðkomandi vanligan limarætt sambært stk. 1. Atlimaskapur gevur ikki atkvøðurætt.
Rætt til at njóta stuðul frá felagnum hava allir vanligir limir.
§5. Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Nevnd felagsins boðar til regluligan aðalfund á hvørjum ári í oktober. Aðalfundurin skal lýsast 3 vikur undan. Aðalfundurin verður lýstur antin við lýsing í einum av teimum stóru føroysku bløðunum ella við skrivligari fráboðan til limir felagsins. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá hann er lógliga lýstur. Á aðalfundi kann bert verða tikin avgerðí málum, sum standa á fundarskránni.
Vanligur aðalfundur verður hildin við hesi dagsskrá:
- Val av fundarstjóra
- Val av fundarskrivara
- Formansfrágreiðing í farna rokniskaparári
- Umrøða av formansfrágreiðing
- Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
- Góðkenning av ársrokniskapi
- Val av nevnd og tiltakslimum
- Val av grannskoðara
- Ásetan av limagjaldi
- Staðfesting av valdum álitisfólkum og varaálitisfólkum. (Annað hvørt ár, fyrstuferð 2013)
- Innkomin mál
- Ymiskt
Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevnd felagsins heldur tað vera neyðugt, ella táí minsta lagi ein triðingur av limum felagsins krevja tað og boða frá, hvørji mál skulu viðgerast. Eykaaðalfundur skal eins og regluligi aðalfundurin lýsast 3 vikur undan og er tá viðtøkuførur. Eisini á eykaaðalfundi kann bert verða tikin avgerðí málum, sum standa á fundarskránni.
§6. Nevnd felagsins
Felagið hevur eina nevnd við trimum limum og tveimum tiltakslimum. Persónar, sum hava atlimaskap, kunna ikki sita í nevnd felagsins.
Nevndarlimir og tiltakslimir verða valdir á aðalfundi. Nevndarlimirnir verða valdir fyri eitt tvey ára skeið, soleiðis at annaðhvørt ár stendur ein nevndarlimur fyri vali og annaðhvørt ár hinir báðir. Valið fer fram skrivliga, og nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara.
Stk 1: Tá ið nevndarlimur stendur fyri vali, atkvøða limirnir fyrst við einari atkvøðu hvør um henda nevndarsess. Aftaná verður atkvøtt um 2 tiltakslimir við 2 atkvøðum hvør.
Stk 2: Tá hinir báðir nevndarlimirnir standa fyri vali, verður fyrst atkvøtt við 2 atkvøðum um nevndarsessirnar. Aftaná verður atkvøtt um 2 tiltakslimir við 2 atkvøðum hvør.
§7. Virki og ábyrgd nevndarinnar
Nevndin hevur ábyrgd av dagligu leiðslu felagsins.
Nevndin er bundin av lógum og viðtøkum felagsins, men hevur annars fullan myndugleika at umboða felagið.
Nevndin hevur ábyrgd av ognum felagsins.
Felagið verður bundið av undirskrift formansins.
Nevndin velur limir í tær nevndir, har Musikklærarafelag Føroya er umboðað.
Formaðurin kallar regluliga inn til nevndarfundar og leiðir fundirnar.
Nevndarfundir eru bert viðtøkuførir, tá nevndin er fullmannað.
Allar avgerðir verða skrivaðar upp í gerðabók, sum verður undirskrivað av øllum nevndarlimum.
Skjøl og avrit av øllum týdningarmiklum brøvum verða goymd.
Nevndarlimir og álitisfólk felagsins fáa útreiðslur av felagsarbeiði endurgoldnar frá felagnum.
§8. Fíggjarviðurskifti
Roknskaparár felagsins gongur frá 1. august til 31. juli.
Kassameistarin hevur at røkja fíggjarviðurskifti felagsins, herundir at greiða útreiðslur og hava eftirlit við limagjøldum. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram áársaðalfundinum til góðkenningar.
§9. Limagjald
Limagjaldið verður goldið mánaðarliga av lønini. Limagjaldið kann bert verða ásett ella broytt á regluligum aðalfundi ella á eykaaðalfundi.
§10. Viðtøkubroytingar
Hesar viðtøkur kunnu bert verða broyttar á regluligum aðalfundi ella á eykaaðalfundi, og bert tá 2/3 av teimum møttu limunum, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
§11. Felagsslit
Felagið kann verða slitiðá regluligum aðalfundi, tá uppskot um hetta er á fundarskránni, og um 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri. Um ikki nóg nógvir limir eru á fundi, verður nýggjur fundur lýstur við 30 daga freist, og tá ræður vanligur meiriluti.
Á hesum aðalfundi verður tikin avgerð um, hvat gerast skal við ognir felagsins, og aftur her ræður vanligur meiriluti.